Sjúklingaheimið Tórshavn
Tåsingegade 29, 5 • 2100 København Ø • Tlf: 77336464

Byrjan

Koma og fráferð

Kostnaður

Sjúkrahús

Apotek

Stovnar

Flutningur

Bussar og tok

Skrivstovan

Starvsfólk

Ráðgeving

Matstovan

Matarskrá

Ymiskt

Vælkomin
Sjúklingaheimið Føroyar er ein stovnur undir Almanna- og heilsumálaráðnum. Á Sjúklingaheiminum kunnu sjúklingar, ið søkja sær viðgerð og heilsubót á sjúkrahúsum í Keypmannahavn, saman við avvarðandi hava eitt tilhald, meðan tey eru her. Møguleiki er hjá øðrum ferðandi at búgva á Sjúklingaheiminum, tá pláss er.

Sjúklingaheimið flutti í hølini í Tåsingegade í januar mánaði 2000. Sjúklingaheimið hevur 44 kømur við umleið 97 plássum. Vit royna so vítt møguligt at geva einstaklingum einkultkømur, men vit kunnu tó stundum vera noydd til at leggja fólk saman. Vit vóna, at tygum bera yvir við okkum, tí hesum slepst ikki undan viðhvørt.

Um tygum hava uppskot um, hvussu Sjúklingaheimið kann gerast betri, ella hava eitthvørt, ið tygum vilja vísa á, so sig okkum frá. Utanfyri skrivstovuna, er eisini ein kassi til uppskot og viðmerkingar.

Umráðandi fyri trivnaðin á Sjúklingaheiminum er, at umhvørvið er so heimligt og hugnaligt sum gjørligt. Vit vóna, at tey vitjandi, saman við starvsfólkunum, vilja vera við til at skapa hetta.

Er okkurt, sum tygum vilja spyrja um, so vendið tygum til skrivstovuna.

Blíðar heilsarnir

Anna Maria Durhuus
leiðari


Make-Help webcertifikat


www.hoteltorshavn.dk